Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eystari Landsrættur dømt mann fyri neyðtøku eftir nýggju neyðtøkuásetingini

Maðurin var í juni 2023 fríkendur fyri neyðtøku í Føroya Rætti

Í dag var ein 28 ára gamal maður dømdur í Eystara Landsrætti fyri at hava neyðtikið eina 23 ára gamla kvinnu í desember 2022, skrivar Føroya Politi í tíðindaskrivi.

Av tí at maðurin var fríkendur í Føroya Rætti, valdi ákæruvaldið at kæra dómin við pástandi um, at maðurin skuldi dømast. Neyðtøkan varð framd aftaná, at § 216 í revsilógini um neyðtøku var broytt til eina samtykkigrundaða neyðtøkuáseting.

Eystari Landsrættur tók undir við ákæruvaldinum og dømdi mannin eitt ár og tveir mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku.

Maðurin er sostatt dømdur eftir nýggju neyðtøkuásetingini, skrivar Føroya Politi.