Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Borgarafundir um kommunusamanlegging

Nú sleppa fólk í Hvalbiar, Tvøroyrar og Fámjins kommunu at siga sína hugsan um kommunusamanlegging millum kommunurnar í norðara parti av Suðuroy

Nú arbeiðsbólkurin vegna Fámjins-, Hvalbiar- & Tvøroyrar kommunu í gjár, 18. mars, legði fram álitið um “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, ið varð handað borgarstjórum og kommunustýrislimum sum bóklingur á Seglloftinum á Tvøroyri, so var breið semja millum luttakandi kommunustýrislimirnir, at skipast skal fyri borgarafundum sum skjótast.

Tí er avgjørt at hava borgarfundir í hvørjari bygd/bý sær, har arbeiðsbólkurin leggur fram álitið “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, og borgarar fáa møguleika at koma til orðanna og seta fram spurningar, skrivar arbeiðsbólkurin vegna Fámjins-, Hvalbiar- & Tvøroyrar kommunu.

Borgarafundir verða hildnir soleiðis:

  • Týskvøldið 19. mars, kl. 19.00 í Roynhøllini
  • Ónskvøldið (mikukvøldið) 20. mars, kl. 19.00 í SALT
  • Tórskvøldið (hóskvøldið) 21. mars, kl. 19.00 í Vesturhøll í Fámjin

Álitið um “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging” kann lesast her