Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Traktorkonvoy á veg til Havnar

Bøndur vísa sína ónøgd og ætla at mótmæla uppskotinum um gongd í haga. Tí eru fleiri traktorar nú á veg til høvuðsstaðin

Vit sóu tað í Berlin í januar, og vit hava mangan sæð tað í Fraklandi og aðrastaðni í Miðevropa, at bøndur savna seg og vísa sína ónøgd inná eitthvørt, har nógvir traktorar koyra eftir motorvegnum og savnast í høvuðsstaðnum, og soleiðis verður eisini í Havn í dag.

Væntandi vera 30-40 traktorar at síggja í høvuðsstaðnum í dag í samband við, at 1. viðgerð av uppskotinum um burðadygga ferðavinnu verður í Løgtinginum í dag.

Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi sigur við in.fo, at tað eru Bóndafelagið, Útoyggjafelagið og Óðalsfelagið, sum skipa fyri tiltakinum, sum verður gjørt fyri at vísa sína ónøgd við uppskotið hjá Høgna Hoydal.

Sambært in.fo verður koyrt gjøgnum Sundalagið til Havnar, og ferðin fer at taka eina løtu, tí ferðin fer at liggja um 45 kilometrar um tíman.

Í Havn verður steðga við Tinghúsið, tó at tað ikki verður skipað fyri nøkrum mótmælistiltaki sum so, so væntar Jóhannus Kallsgarð, at høvi verður til prát.

Føroya Politi væntar, at ferðslan í Havn kann verða ávirkað, og at viðkomandi dagføringar verða lagdar út á Facebook-vangan hjá Føroya Politi fyrrapartin.

Føroya Óðalsfelag skrivaði soleiðis í einum uppslagi á Facebook í gjárkvøldið:

“Møtið fjølment!

Á tingfundinum í morgin, týsdagin 19. mars, verður 1. viðgerð av illa lýddu ”Ferðavinnulógini”.

Tingfundurin byrjar kl.10, og lógaruppskotið er á skrá sum nr. 6. Væntandi kemur málið fyri aftaná døgurða. Tit kunnu fylgja við á Tingvarpinum, hvussu leikur fer.

Men, vit vilja heita á øll sum stúra fyri avleiðingunum av hesi lógini, um at møta á Løgtingi, ella onkursvegna, og á ein sømiligan hátt, at gera vart við tykkara ónøgd.

Festarar, óðalsfólk, fjallfólk, skyldfólk, vinfólk: Nú mugu vit øll standa saman, og sannføra Føroya Løgting um tær vanlukkuligu avleiðingar hendan lógin fer at fáa, fyri føroyskan landbúnað og Føroya náttúru”.