Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Innbrot á skeinkistaði í Havn

Tvey fólk eru tikin fyri innbrotið, og so var eldur í einum sethúsum á Viðareiði í gjár

Stutt eftir klokkan 22 í gjárkvøldið fekk Føroya Politi eini boð um, at innbrot var í einum skeinkistað í Havn.

Ein patrulja varð send avstað, og hendan patruljan hevur allarhelst tikið tjóvarnar av bóli, tí tá patruljan kom á staðið, sóu tey fólk renna frá staðnum, og løgreglupatruljan legði eisini til merkis, at tjóvarnir tveittu tjóvagóðsið frá sær.

Hetta var tí eitt kærkomið høvi at lata hundapatruljuna gera sítt arbeiði, og tað gekk ikki rúm tíð, so hevði politihundurin snoddað seg fram til eina fitta mongd av rúsdrekka, sum tjóvarnir høvdu tveitt frá sær.

Løtu seinni fekk løgreglan fatur á tveimum fólkum niðri í Vágsbotni, og hesi hava ligið nátt í brummuni og eru skuldsett fyri stuldurin og innbrotið á skeinkistaðnum í gjár.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at vakmyndatól er í økinum, og at upptøkur frá teimum hjálpir til at lýsa málið betur.

Eldur í sethúsum
Hesa seinastu tíðina hava verið nakrir eldsbrunar, og í gjár varð aftur boðað frá einum eldsbruna – hesa ferð á Viðareiði, har eldur var í einum sethúsum.

Fráboðanin kom inn um 22-tíðina í gjárkvøldið.

Vaktleiðarin sigur, at nakað av royki og eldi var, men at sløkkiliðið skjótt fekk tamarhald á eldinum, og at eingin fólkaskaði hendi.

Ikki er greitt, hví eldur kom í hesi sethúsini, men at málið verður kannað.