Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Móðurmálsdagurin í ár verður tann 25. mars

Á móðurmálsdegnum koma vit saman at umrøða viðurskifti, sum eru málinum at gagni

Móðurmálsdagurin verður hildin í nýggja og stórfingna mentanarhúsinum í Klaksvík, Varpinum. Á degnum verður m.a. Føroya fyrsta stavsetingarorðabók løgd fram, og har verða framløgur, hugleiðingar, skemtilig innsløg og góður føroyskur tónleikur. Teknmálstulkur er sjálvandi eisini við á degnum.

Stigtakarar eru Føroyamál, Málráðið, Nám, Bókadeildin, Føroyar lesa og Vencil.

Skráin sær soleiðis út:

16.00 Vælkomin, Solby Christiansdóttir

16.05 Útgávutiltakið verður sett, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna

16.15 Tónleikur, Knút H. Eysturstein

16.25 Nýggja Stavsetingarorðabókin – útgávutiltak: Helena Kannuberg og Randi Kúrberg, forkvinnur í Málráðnum

16.30 ”Hammershaimb, stavseting og skriftmál”, Theodor E. D. Olsen, málráðslimur vegna Javnstøðunevndina og umboð í Orðabókagrunninum

16.40 Tónleikur, Knút H. Eysturstein

16.45 ”Stavsetingarorðabókin nú og frameftir”, Kristin M. Magnussen, orðabókarritstjóri

16.55 Rættlesarar verða heiðraðir fyri arbeiðið við Stavsetingarorðabókini

17.00 – 18.00 Málráðið og Føroyamál bjóða okkurt stuttflutt undir tonna

18:00 Stevnan verður sett, Djóni N. Joensen, landsstýrismaður

18.15 Tónleikur, Rani Nolsøe

18.20 “Komið øll við!” – Maybritt við Strond og Sjúrður Gullbein

18:40 Føroyskt yrkismál, Marjun A. Simonsen

Steðgur

19.10 Sjey ymisk innsløg:

  • ”Óli P og málið. Hvussu keipaði Óli ð’ið?”, Óluva Klettskarð
  • Rithøvundavitjanir, Gunrið Kallsberg
  • Hugleiðingar um føroyska málið, Benjamin Tausen á Lava
  • Týðing, Beinir Bergsson
  • Vit er ein app, KVF
  • At ritstjórna, Vencil
  • Skemt, Kristian Martin Petersen

20.05 Tónleikur, Brakið, Ingmar Berg Mikkelsen stjórnar

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni.

Móðurmálsdagur 25. mars, klokkan 16, í Varpinum í Klaksvík.