Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U17-genturnar ein uppibornan sigur móti Georgia

Við tveimum málum frá Brá Zakariasardóttir, vann føroyska U17-landsliðið við gentum 2-0 móti Georgia

Okkara U17-gentur hava júst vunnið sín fyrsta dyst í hesari EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður hildin í Føroyum.

Eftir tepra 2-1 ósigurin fyri Lettlandi sunnudagin, so sást á øllum brøgdum, at føroyska liðið vildi hava eitt úrslit í dag, og genturnar fingu eisini løn fyri stríðið, tí við tveimum málum frá B36-spælararanum Brá Zakariasardóttir, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í FC Hoyvík, so vann føroyska U17-landsliðið við gentum 2-0 móti Georgia. Bæði málini komu í seinna hálvleiki.

Føroyska liðið byrjaði dystin væl, og okkara gentur høvdu málmøguleikar at leggja seg á odda bæði eitt og tvey null, men málverjin hjá Georgia bjargaði heilt væl í tveimum umførum, tá føroyska liðið spældi seg til tveir heilt góðar málmøguleikar.

Í seinna hálvleiki komu georkisku genturnar meira inn í dystin, har tær løgdu meira fyri í álopspartinum, men føroyska verjan stóð stinn, tá ið á stóð.

Sum dysturin leið setti føroyska liðið seg verulig á dystin, og tað var í tráð við leikgongdina, at Brá Zakariasardóttir legði Føroyar á odda 1-0, tá seinni hálvleikur var meira enn hálvrunnin, eftir at Víkingaspælarin Eydna Olsen Dalheim gjørdist leys av georkisku verjuni, men skotið fór beint á málverjan. Eydna gav tó ikki upp, og fylgdi bóltinum upp úti í borðinum, legði bóltin væl til rættis og sendi gott innlegg innfyri, har Brá setti bóltin í netið.

Georgia royndi at trýsta seinastu løtuna av dystinum, men heldur var tað føroyska liðið, sum avgjørdi dystin stutt fyri leiklok, tá Brá fekk bóltin stutt uttanfyri brotsteigin hjá Georgia. Hon sneiddi framvið einum georkiskum spælara, legði bóltin væl til vinstra beinið og skeyt bóltin væl í málið til stóra frøi hjá bæði spælarum, venjarum og áskoðarum á Tórsvølli í dag.

Les eisini...  Fólkaskúlalandslagið broytist

Hini bæði liðini í bólinum, Rumenia og Lettland, spæla á Tórsvølli klokkan 17, og leygardagin spælir føroyska liðið sín seinasta dyst í hesari undankappingini, tá Føroyar og Rumenia spæla á Tórsvølli, og tann dysturin byrjar klokkan 17.

Tað er ókeypis at fara til hesar dystir.