Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroya Pro Vita fingið nýggja nevnd

Aðalfundur var 20. februar, og nú hevur nýggja nevndin skipað seg

20. februar hevði Føroya Pro Vita aðalfundur, har nýggj nevnd bleiv vald.

Nevndin hevur nú skipað seg og sær soleiðis út:

Rebekka Fuglø Poulsen, formaður
Björk Sadembou, varaformaður
Noomi Gregersen, skrivari
Nigro Bjarki Hermansen, kassameistari
Birita Lamhauge Jóansdóttir, nevndarlimur
Paulina Fuglø, eykanevndarlimur
Ruth Norðgerð er í farloyvi og er ikki við á myndini.

Í einum boðum skrivar nýggja nevndin, at hon takkar øllum, sum vóru við á aðalfundi og øllum limum og stuðlum felagsins.

– Takk fyri, at tit vilja vera við í hesum arbeiði og vera við til at verja ófødda barnið, skrivar nevndin.

Føroya Pro Vita er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum hevur til endamáls at verja lív, frá gitnaði til náttúrligan deyða. Virksemi felagsins er skipað í fýra høvuðsøki:

  • Ráðgeving til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku
  • Stuðul aftaná føðing eftir tørvi
  • Hjálp til fosturtøkusærd
  • Fyribyrgjandi upplýsing

Í fíggjarlógini fyri 2024 hevur Føroya Pro Vita fingið 300.000 krónur í stuðuli.