Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Uppskotið hjá Bjarna Kárason Petersen um broytingar í fosturtøkulógini til 1. viðgerð í dag

Landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur avgjørt at endurskoða fosturtøkulógina, so einki loyvi krevst fyri at fáa fosturtøku, um inntrivið kann verða framt áðrenn endan av 12. viku í viðgongutíðini

Í dag eru aftur nógv mál á skránni í Løgtinginum.

Málið, ið hevur fingið og eisini fær mesta umrøðu, er málið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, um fría fosturtøku fram til 12. viku í viðgongutíðini, sum hevur 1. viðgerð í tinginum í dag.

Landsstýrismaðurin sigur, at endamálið við uppskotinum er at dagføra galdandi lóg um fosturtøku, soleiðis at hon verður meira nútíðarhóskandi og avmyndar verandi siðvenju á økinum. Somuleiðis verður lógin samstundis lagað til føroysk viðurskifti, soleiðis at allar kvinnur eru eins fyri lógini.

– Galdandi lóg er ógreið og verður tulkað somikið ymiskt, at hon skapar ótryggleika, óvissu og ójavna, skrivar Bjarni Kárason Petersen í uppskotinum.

Við at broyta fosturtøkulógina, so er eisini endamálið, sambært landsstýrismanninum, at hava fosturtøkutalið so lágt sum gjørligt.

– Dentur verður tí lagdur á at betra um møguleikarnar hjá kvinnum, sum umhugsa fosturtøku, at fáa viðkomandi ráðgeving frá fakfólki, eins og dentur verður lagdur á upplýsing og fyribyrging, sigur landsstýrismaðurin í lógarmálum.

Eitt annað endamál er at tryggja, at fosturtøka fer fram undir skipaðum og tryggum umstøðum í sjúkrahúsverkinum.

Fosturtøkumarkið
Víðari stendur í uppskotinum, at “sambært galdandi lóg er markið fyri, nær ein fosturtøka undir nærri ásettum treytum kann verða framd, sett til 16 vikur.

Eingin endalig niðurstøða er um, nær lívið byrjar. Fosturtøkur eiga at verða framdar so tíðliga sum gjørligt. Samstundis eigur at verða tryggjað, at kvinnan hevur góðar møguleikar fyri at taka eina vælgrundaða avgerð. Hetta er við til at tryggja eina javnvág millum atlitið at ávikavist fostrinum og kvinnuni.

Hóast fosturtøkumarkið sambært galdandi lóg er 16 vikur, verða fosturtøkur vanliga ikki framdar eftir 12. viku. Tær flestu fosturtøkurnar, sum verða framdar í Føroyum, verða framdar sum medisinskar fosturtøkur. Tær verða vanliga framdar fram til 8.-9. viku. Eftir hetta verður fosturtøka vanliga framd sum kirurgisk fosturtøka. Talan er tá um eitt inntriv, og vandin fyri komplikatiónum verður størri.

Við at seta markið so tíðliga sum gjørligt, verður atlit eisini tikið at læknum og heilsustarvsfólki, sum eru við til at fremja eina fosturtøku. Fyri læknar og heilsustarvsfólk kann tað vera ein byrða at skula fremja sonevndar seinfosturtøkur.

Mett verður, at markið tí hóskandi kann verða sett til endan á 12. viku í viðgongutíðini, tað vil siga,tá kvinnan er komin 11 vikur og seks dagar ella til og við viku 11+6.

Skotið verður upp, at einki loyvi krevst fyri at fáa fosturtøku, um inntrivið kann verða framt áðrenn endan av 12. viku í viðgongutíðini, uttan so at kvinnanikki er før fyri at skilja týdningin av inntrivinum, ella um kvinnan er undir 18 ár”.

Dagsskráin, fríggjadagur, 22. mars 2024, kl. 09:30
13. viðgerð LM-057/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kapping (Eftirlit við prísi við marknaðargreining og nágreining av prosessparti)
23. viðgerð LM-066/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde og í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Innheinting og skráseting av upplýsingum um veruligar eigarar, tvingsilsavtøka o.a.)
31. viðgerð LM-108/2023 – Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til løgtingsfólk
41. viðgerð LM-107/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna o.a.)
5Atkvøðugreiðsla um at beina LM-107/2023 í eina § 25 nevnd
6Atkvøðugreiðsla um at beina LM-108/2023 í eina § 25 nevnd
7Val av § 25 nevnd at viðgera LM-107/2023 og LM-108/2023
81. viðgerð LM-106/2023 – Uppskot til broyting í Tingskipanini (Leingjan av freistum at lata Løgtinginum mál)
91. viðgerð LM-088/2023 – Uppskot til løgtingslóg um fosturtøku (Fosturtøkulógin)
101. viðgerð LM-087/2023 – Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum (Dátuverndarlógin) (Rætta tilvísingar og strika kravið um navnloysi og ókenniligheit í sambandi við almannakunngering av avgerðum hjá Dátueftirlitinum)
11Framløga

Til ber at fylgja við tingfundinum her.

Les eisini...  Jenis leggur tingkvinnu undir at vera antisemitt

Tingfundurin byrjaði klokkan 09.30.