Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

KÍ-NSÍ 2-1 (2-1) – Hoyr málini, samanumtøku og samrøður við Sannu Svarvadal og Heidi Sevdal

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Jónu Nicolajsen siga frá teimum trimum málunum, ið komu í stórsteypadystinum á Tórsvølli millum KÍ og NSÍ, ið KÍ vann 2-1. Hoyr Jónu taka samanum dystin, ið hon metir samlað vera ein uppibornan KÍ-sigur. Jóna segði eisini nøkur orð um kappingarleistin í Betrideildini hjá kvinnum. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við Sannu Svarvadal hjá KÍ og Heidi Sevdal hjá NSÍ um dystin. Sanna ætlar umframt FM eisini at vinna steypakappingina hesaferð, og at gera tað betri í Evropa. Heidi ætlar, at tær í NSÍ skulu vera fult kappingarførar við KÍ í FM-stríðnum.

Mynd: Trygvi Absalonsen