Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

EydnuCup 2024

Leygardagin 30. mars skipar Eydnudeild Føroyar fyri EydnuCup 2024 í høllini á hálsi í Havn

Umframt umleið 50 luttakarir úr feløgunum hjá Eydnudeild í Føroyum, Músabróðir úr Klaksvík, Svanunum úr Suðuroy og Lundapisunum í Kollafirði, koma eini 30 hondbóltsspælarir úr Danmark at luttaka.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Eydnudeild hevur vitjan úr Danmark. Í 2022 skipaðu vit á fyrsta sinni fyri EydnuCup og hetta var so mikið væl eydnað, at vit valdu at gera hetta aftur í ár. Vónandi verður hetta ein afturvendandi kapping, sum okkara stjørnur – og útlendskir gestir – kunnu gleða seg til.

Eydnudeild hevði sína allarfyrstu venjing skírishósdag í 2018 og sjálvt um skíris hósdagur ikki fellur á sama dato, so hava vit valt, at føðingardagurin hjá Eydnudeild er skírishósdag. Í ár fylla vit 6 ár.

Allar rættar stjørnur elska føðingardagar, og tað gera vit eisini. Hvørt ár hava vit gjørt okkurt serligt burturúr okkara føðingardegi, og í ár feiðra vit 6 ára dagin við EydnuCup2024

Hondbóltspælarnir eru í miðdeplinum henda serliga dag. Vit byrja sjálvandi við einum ordans innmarch. Allar stjørnurnar fáa goodiebags við øllum møguligum lekkrum í, og sjálvandi Gull heiðursmerki tá kappingin er liðug. Vit enda hondbóltsliga partin við konfetti og útmarsj. So verður galla veitslan.

Allir leikarir hava møguleika at koma í make-up zonuna, har bæði gentir og dreingir kunnu ordna hár og pynta seg við glimmur.

Vit fáa ein deiligan døgurða og so er tað stjørnuhugni fyri rest.

Tað verður slush ice, okkara egni DJ Magnus og so enda vit sjálvandi øll á dansigólvinum og takka fyri ein fantastiskan dag.

Vit vilja fegin bjóða øllum at koma at hyggja eftir EydnuCup 2024.

Les eisini...  Sunnudagin sigur FM1 frá B36-TB klokkan 15 og B68-07 Vestur klokkan 16

Tað er ókeypis at koma at hyggja eftir EydnuCup 2024

Innmarch byrjar kl. 11.00

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD setur EydnuCup kl. 11.10

Liðini verða deild upp kl. 11.15

Felags upphiting kl. 11.20

Hondbóltsdystir kl. 11.30

Vit selja kaffi/te og kaku og toast. Vit hava eisini nakrar blusur liggjandi, sum kunnu keypast. Um onkur ynskir at stuðla Eydnudeild, so fer ein bússa at standa í sølubúðini, har man kann lata eitt oyra.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til EydnuCup