Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sakna vitnir til harðskapstilburð

Hendingin fór fram uttanfyri Bovlinghøllina á Hálsi

Tveir harðskapstilburðir hava verið í høvuðsstaðnum um vikuskifti, og í eina førinum sóknast løgreglan eftir vitnum.

Tað er í samband við eina hending uttanfyri bovlinghøllina á Hálsi í Havn fríggjakvøldið, tá ein maður varð álopin og sligin, at Føroya Politi gjarna vil hoyra frá fólki, um tey vita nakað frá hesari hending.

Hetta var um 23-tíðina fríggjakvøldið.

Álopni maðurin fekk viðgerð fyri smærri snuddir á Landssjúkrahúsinum.

Harðskapur á gistingarhúsi
Leygarkvøldið var ein harðskapshending í einum gistingarhúsi í Havn. Tvey fólk høvdu verið fyri harðskapi, og høvdu meldað ein mann fyri hetta.

Løgreglan tók mannin við á løgreglustøðina, har hann slapp at liggja nátt, og bleiv so avhoyrdur í gjár, sunnudagin, og er nú skuldsettur fyri harðskapin og leyslatin.

Álopnu fólkini fingu ikki sjónligan skaða av hendingini.