Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Zelenskyj undirskrivar broyting í lóg um innkalling í herin

Nú er aldursmarkið til herbúgvingarboð lækkað til 25 ár

Tað eru 769 dagar síðan, at Russland gjørdi innrás í Ukraina.

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, undirskrivaði í gjár, týsdagin, eina lóg, ið lækkar aldursmarkið fyri herbúgvingarboð til kríggið móti Russlandi frá 27 til 25 ár.

Tað skrivar ukrainski miðilin, Pravda.

Lógin hevur verið ávegis leingi, og eftir nógvar hoyringar og umrøðu í ukrainska parlamentinum, varð lógin samtykt í parlamentinum fyri tíggju mánaðum síðan.

Tað hevur áður verið frammi, at ukrainski forsetin ætlar at senda herbúgvingarboð til 500.000 ukrainar til kríggið móti Russlandi.

Lækkingin av aldursmarkinum hevur við sær, sambært Pravda, at ein lutfalsliga stórur bólkur av ungum upp á 25 og 26 ár fara nú at verða innkallað í herin.

Lógin er sett í gildi longu í dag, mikudagin 3. april.