Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jákup Jacobsen: Tað glapp tíverri í síðstu løtu

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Knút Bjarnaskor Johannesen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í dystinum Skála-KÍ 1-2 (0-0). Hoyr Knút taka samanum ein uppibornan sigur til KÍ, men samstundis eitt gott avrik hjá Skála. Hoyr eisini samrøðurnar Trygvi gjørdi við liðskiparan hjá Skála, Jákup Jacobsen, ið iðrar seg um, at tað glapp í síðstu løtu at fáa javnleik, og samrøðuna Trygvi gjørdi við sigursmálskjúttan hjá KÍ, Páll A. Klettskarð, sum heldur, at KÍ trýsti Skála 90 prosent av tíðini.

Mynd: Trygvi Absalonsen