Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

BEINLEIÐIS á FM1 sunnudagin: Kl. 14: B36-07 Vestur og kl. 16.30: Ísland-Føroyar (hondbóltur)

Tað verður ein spennandi frásagnar-sunnudagur á FM1. Klokkan 14 siga frásøgumaðurin, Trygvi Absalonsen og viðmerkjarin, Ronnie Thomassen frá dystinum í Betrideildini hjá monnum millum B36 og 07 Vestur á ovara vølli í Gundadali í Havn. Klokkan 16.30 seta vit til Ásvellir á Hafnarfirði í Íslandi, har Sjúrður Hildarson Hoydal fer at siga frá alt avgerandi EM-undankappingardystinum í hondbólti hjá kvinnum millum Ísland og Føroyar, har føroysku kvinnurnar hava ein søguligan møguleika at vinna seg til eitt EM-endaspæl.