Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Janus og Frederik Lucas Holst fegnast – meðan Dan iðrar seg um 2-2 javnleikin

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Ronnie Thomassen siga frá teimum fýra málunum, ið vóru skotin í dystinum B36-07 Vestur 2-2 (1-0), har 07 Vestur vóru 10 móti 11 monnum seinasta hálva tíman, tí Sonni Ragnar Nattestad fekk seinna gula kortið. Hoyr Ronnie taka samanum dystin, ið var eitt gott avrik hjá 07 Vestur, men eitt minni gott avrik hjá B36. Hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við ein vónbrotnan B36-høvuðsvenjara, Dan Brimsvík, og tveir fegnar 07 Vestur-leikarar, Janus Svabo Samuelsen og Frederik Lucas Holst, ið gleðast um javnleikin á útivølli.