Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aron Jacobsen er norðurlendskur meistari í beinsveiggj

Aron D. Jacobsen vann í gjár gull í beinsveiggj í kappingini, Nordic Championship, ið varð hildin í Oslo

Aron D. Jacobsen framdi í gjár eitt satt fimleikabragd, tá tað eydnaðist honum at gerast norðurlendskur meistari í beinsveiggj í kappingini Nordic Championship í Oslo.

Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur fimleikari vinnur eitt gullheiðursmerki til eina NM-kapping.

Tað skrivar Fimleikasambandið.

Fyrradagin vann hann innleiðandi kappingina og streyk beint í finaluna, sum tað eydnaðist honum at vinna í gjár. Aron fekk 13.600 stig og næstur honum var ein finskur umframt ein svenskur íðkari, sum báðir fingu 13.533 stig.

Aron, sum hevur fingið sín fimleikauppvøkstur í Havnar Fimleikafelag, er búsitandi í Danmark, har hann er í lestrarørindum og venur við danska felagnum, Gefion. Men um vikuskiftið umboðaði hann føroyska landsliðið til hesa NM-kapping.

Venjari hjá monnunum á føroyska landsliðnum er Andreas Peter Bøgebo.

– Vit úr Føroyar Fimleikasambandi ynskja Aron hjartaliga tillukku við gull heiðursmerkinum, skrivar Fimleikasambandið.