Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Formaðurin í Ráðgevarafelagnum heldur fram

Aðalfundur var í Ráðgevarafelagnum farna mikudag. Nevndin í Ráðgevarafelagnum hevur nú skipað seg

Á aðalfundinum stóðu Rúni Abrahamsen, Selmar Nielsen og Eyðbjørn Brimnes fyri vali. Eisini stóðu báðir tiltakslimirnir fyri vali, ið verða valdir fyri eitt ár. Rúni Abrahamsen, Selmar Nielsen og Eyðbjørn Brimnes tóku við afturvali. Eingin onnur uppstilling var og vóru teir tríggir valdir í nevndina. Sum tiltakslimir vóru valdir Poul Nolsøe Kjølbro Linklett og Andras Ortind.

Nevndin hevur skipað seg eftir fyrsta nevndarfundin í nýggju setuni við Árna Jakobsen sum formanni, sum sostatt heldur fram sum formaður, og við Rúna Abrahamsen sum næstformanni.

Endamál felagsins er at savna allar ráðgevandi fyritøkur við heimstaði í Føroyum, serliga í byggivinnuni at útinna felags áhugamál.

– Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu, skrivar Ráðgevarafelagið