Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bárður: Føroyar eru eitt ordiligt land

Formaðurin í Sambandsflokkurin sigur, at flokkur hansara hevur altíð hildið og arbeitt sum um, at Føroyar eru eitt ordiligt land, og at Tjóðveldi ongantíð hevur tikið ábyrgd fyri avgerðir, ið eru tiknar, men geva øllum øðrum skuldina, tá okkurt gongur galið

– Eg mundi sett døgurðabitan skeivt í hálsin, tá mann hoyrir formannin í Tjóðveldi siga, at Føroyar ikki eru eitt ordiligt land, men at vit skjótt vera tað

Tað er fallið formanninum í Sambandsflokkin, Bárði á Steig Nielsen, fyri bróstið, at Tjóðveldi ikki heldur, at Føroyar eru eitt ordiligt land enn.

– Avbjóðingin hjá Tjóðveldi hevur altíð verið, at tey ongantíð hava viljað tikið ábyrgd fyri teimum avgerðum, ið eru tiknar, og hava givið øðrum skuldina fyri tað, sum hevur gingið galið, men har hevur Sambandsflokkurin altíð staðið við sítt, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

Hoyr samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við formanninum í Sambandsflokkinum á døgurða: