Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjórin í HSF: Væntar enn meira fokus á kvinnuhondbóltin

Stjórin í Hondbóltssambandinum, Andrass Thomsen, frøist yvir, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið sær luttøku til eitt endaspæl

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur vunnið sær pláss í EM-endaspælinum, sum verður hildið í Eysturríki, Sveis og Ungarn í heyst.

Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt kvinnulandslið hevur vunnið sær lutttøku í endaspælinum.

Stjórin í Hondbóltssambandinum, Andrass Thomsen, fegnast um, at føroysku kvinnurnar nú hava gjørt monnunum kunstin eftir, og væntar nú eisini, at enn meira fokus verður á kvinnuhondbóltin.

– Eg eri eisini sera fegin um, at fleiri av teimum etableraðu á liðnum sleppa at uppliva hetta, tí fleiri teirra hava verið við allan vegin, tá vit tóku lut í undan-undankappingum, og so til nú, tá føroyska kvinnulandsliðið skal taka lut í einum endaspælið, sigur stjórin.

Samrøða við stjóran í HSF, Andrass Thomsen, kann hoyrast her: