Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Opið hús hjá KJ á Hjalla

KJ hevur bjóðað til grillpylsur, køkur og ein kaffimunn. Uttanfyri høli felagsins, ið hýsir skrivstovum, goymslu, verksmiðju og móttøku, eru hópin av maskinum av alskyns slagi

Í dag og í morgin hevur KJ opið hús á Hjalla. Samstundis sum at pylsurnar liggja á grilluni, standa væl borðreiddir kaffimunnar á borðunum í verksmiðjuni. Fólkið hugnar sær og njóta gott av, at fáa sær ein steðg í arbeiðsdegnum.

Millum fólkini eru umboð fyri veitarar. Millum framleiðararnar eru UniControl, Engcon, Komatsu og Manitou – alt framleiðarar, ið KJ umboðar. Hesir eru allir klárir at vegleiða, skuldi onkur vitjandi havt hug til tess.

Uttanfyri goymslubygningin eru hópin av maskinum og útgerð. Millum fólkið eru eisini umboð frá Ikano Bank, sum saman við KJ bjóðar møguleikan at tosa um fígging og leasing av maskinum og útgerð.

Her er talan um nógvar nýggjar maskinur, sum KJ hevur at vísa fram. Umframt nýggjar maskinur, eru eisini hópin av brúktari útgerð. Øll, ið hava áhuga, eru vælkomin forbí til eitt prát, við pylsum, breyði, køkum og kaffi afturvið.

Myndirnar eigur KJ – myndamaður er Pætur Egholm Jacobsen