Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Felagið Samskifti ávarar um danska fyritøku sum lokkar við tilboðum

Útlendska felagið lokkar millum annað við ókeypis faldarum

– Við jøvnum millumbilum hevur ein donsk fyritøka lokka føroyskar fyritøkur, við tilboði um, at fáa ein ókeypis faldara, ið tó als ikki er ókeypis. Nú fyritøkan aftur bjóðar hesa tænastu, er neyðugt hjá felagnum Samskifti at ávara, enn eina ferð. Tí talan er ikki um ein ókeypis faldara, sum lovað.

Soleiðis skrivar Samskifti í ávaring til føroyskar fyritøkur um hesa fyritøku, ið lokkar við at framleiða faldara ókeypis.

Men einki er ókeypis her í lívinum, verður viðhvørt sagt, og her er “tilboðið” frá donsku fyritøkuni kanska ov gott til at vera satt, tí fyritøkan setir sum treyt, at tey skulu fáa ein lista við tínum veitarum, sum so fáa tilboðið um at lýsa í tínum faldara, og sostatt gjalda fyri faldaran.

– Kostnaðurin er tí fleirfaldaður, tað ið hann hevði verið, um tú keypti tín egna faldara frá føroyskum veitara, skrivar felagið.

Víðari skrivar Samskifti, at sølufólkini hjá fyritøkuni seta seg síðan – í tínum navni – í samband við tínar undirveitarar. Í byrjanini er tónin vinaligur og eggjar til samstarv og stuðul. Eydnast tað ikki, so verður tónin hvassari. Dømir hava verið um, at veitarar eru hóttir, óbeinleiðis skrivliga og beinleiðis munnliga.

Samskifti sigur seg hava víst á hendan trupulleikan í fleiri førum, og vanliga hevur hetta steðga virkseminum hjá útlendsku sølufólkunum, men nú eru tey aftur at síggja á føroyska marknaðinum.

– Nú søgan endurtekur seg, skal felagið aftur minna samstarvspartar sínar um ikki at lata seg lokka av slíkum tilboðum, skrivar Samskifti í fráboðanini.

Samskifti – sum kallaðist Reklamufelagið fram til 2009 – varð stovnað í 2022. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.

Flestu føroysku lýsingarfyritøkurnar eru limir í Samskifti.

Les eisini...  Eurovision: Hesi tíggju komu víðari til finaluna

Kelda: Vinnuhúsið