Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldur í bygningi á Eystaru bryggju

Vita ikki enn, hvar eldurin kemur frá

Tað rýkur úr takinum á pakkhúsinum hjá Faroe Ship á Eystaru bryggju í Havn.

– Tað brennur millum skins og hold, men vit hava tamarhald á støðuni.

Soleiðis sigur innsatsleiðarin í Tórshavnar Sløkkilið, Tumms Pauli á Reyni, sum er staddur niðri við pakkhúsið hjá Faroe Ship, við FM1.

Brandbilar eru komnir á staðið, og eru byrjaði at sløkkja eldin.

– Vit eru ígongd og sløkkja, og skulu líka finna útav, hvar eldurin stavar frá, men her er eingin vandi á ferð, sigur innsatsleiðarin.