Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

U19-kvinnurnar flyta eina deild upp

Við fýra stigum gjørdust Føroyar besti tvey-arin í deild B í EM-undankappingini fyri U19 gentur, og skulu tískil spæla í deild A, tá undankapping aftur er á skránni í heyst

Við fyrst at spæla javnleik 1-1 móti Turkalandi, og síðan vinna greitt á Armenia, eydnaðist tað føroyska U19-landsliðnum við gentum at fáa fýra stig í EM-undankappingini, ið herfyri var í turkiska býnum, Manavgat.

Nú allir bólkarnir í deild B-undankappingini eru taldir upp, er greitt, at Føroyar gerast besti tvey-ari í kappingini samanlagt. Hetta hevur við sær, at Føroyar flyta upp, og skulu spæla í deild A í næstu EM-undankapping, sum verður í heyst.

Eisini U17-genturnar verða at finna í deild A seinni í ár. Føroyar gjørdu ikki mætari enn at vinna bólkin, tá EM-undankappingin var í Føroyum frá 17. til 23. mars.

Kelda: Hans Erik Danieslen/FSF