Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Rúsdrekkastuldur: Sjey mánaða fongsulsrevsing

Tveir mans vórðu handtiknir í samband við rúsdrekkastuldur í einum sethúsum í Havn. Annar hevur longu fingið dóm

Fyrradagin varð fráboðað rúsdrekkastuldur í einum bústaði í miðbýnum í Havn, har umleið 100 fløskur av víni og spiritusi var stolið.

Tveir mans blivu handtiknir í samband við stuldurin, og nú hevur tann eini longu fingið dóm í málinum.

Maðurin, sum varð førdur fram fyri Føroya rætt í gjár, hevur fingið ein dóm, ið ljóðar upp á sjey mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.

Tveir mánaðir vóru fyri sjálvan rúsdrekkastuldurin, men av tí, at maðurin hevði fleiri aðrar dómar hangandi yvir sær, so bleiv dómurin sum hann bleiv.

Hin maðurin bleiv eisini avhoyrdur, men varð latin leysur aftur, men hann kann vænta sær at fáa boð frá dómsvaldinum, at møta upp í Føroya rætti um nakrar mánaðir ella so.

Mestsum alt rúsdrekka, ið var stolið, er komið afturíaftur.