Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldurin í Faroe Ship-goymslubygninginum skal kannast

Tað brann millum skins og hold

Seinnapartin – um nón – í gjár varð boðað frá eldi í pakkhúsinum hjá Faroe Ship á Eystaru bryggju.

Tórshavnar Sløkkilið kom skjótt á staðið, og fekk skjótt tamarhald á eldinum.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at eldurin var sløktur um 18-tíðina í gjárkvøldið, og at eldserfrøðingurin hjá løgreglu nú fer at kanna, hví eldur kom í goymslubygningin.

Pakkhúsið hjá Faroe Ship hevur ikki fingið nakran nevnandi skaða – fyriuttan at klædningurin á eystursíðuni av bygninginum fekk nakað av brunaskaða.

Les eisini: