Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Útlendingur kroysti ungan føroying eftir 7.000 krónum

Føroya Politi heitir enn einaferð á fólk um at ansa sær á netinum

Seinastu tíðina hevur Føroya Politi fingið nakrar fráboðanir um, at fólk eru blivin lokkaði at senda nakin myndir av sær til viðkomandi tey halda seg hava samskifti við á netinum, men har tað vísir seg eru fólk, ið bara vilja kroysta teg fyri pengar og hótta við almannakunngera myndirnar, um tú ikki betalir pengar.

Í gjár fekk Føroya Politi aftur eina fráboðan frá einum ungum manni, ið var hóttur eftir pengum, eftir at hann – í samband við samskifti á netinum – varð hóttur av einum útlendskum fólki, sum gav seg út fyri at vera ein kvinna, fyri 7.000 krónur.

Tey høvdu havt samskifti á netinum á onkrum sosialum palli í eina tíð, har ungi maðurin so hevði sent onkra mynd, ið ikki var av andlitinum, til viðkomandi, sum gav seg út fyri at vera ein kvinna.

Løgreglan vil ikki siga, hvussu gamal maður er, men at hann er ungur og yvir 18 ár.

Maðurin vildi ikki rinda hesa upphædd, og valdi heldur at melda hendingina til Føroya Politi.

– Kemur tú í eina støðu á netinum, har tú verður kroyst/ur, skalt tú ongantíð gjalda nakað, men heldur boða løgregluni frá. Vit vilja við hesum eisini enn einaferð heita á fólk um at ansa sær, tá tey ferðast á netinum, og hvørjar myndir tú sendir til onkran, tú ikki kennir, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.