Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hvussu var at vera B36’ari fyrr?

Lurtið klokkan 15 í dag í B36-Varpinum á FM1, tá Baldvin Balvinsson og Árni Rein koma á gátt

Í dag, hósdagin, eru Baldvin Baldvinsson og Árni Rein gestir í B36-Varpinum her á FM1.

– Kenna vit teir báðar rætt, so kunnu tveir tímar við B36-práti skjótt blíva ov stuttir, sigur verturin á sendingini, Ronnie Thomassen.

Teir fara millum annað at práta um, hvussu tað var at vera B36’ari fyri 40-60 árum síðan.

Hetta er seinna føðingardagssendingin, sum hesa ferð fer at snúgva seg um eldri søguna hjá felagnum. Tað er frá byrjanini í Vágsbotni ein leygardag í mars 1936, og góð 50 ár fram í tíðina til miðskeiðis í 80unum.

B36-Varpið fer hesa ferð í luftina longu klokkan 15 í dag, hósdagin 11. apríl, á FM1, og sent verður beinleiðis í tveir tímar.

Ronnie Thomassen er vertur.

Sendingin er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.