Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dómaraleiðarin í FSF: Føroyskir dómarar geva færri kort í miðal í Evropa

Eftir dystin millum B68 og 07 Vestur í gjár, segði málverjin hjá 07 Vestur, at føroysku dómararnir góvu ov nógv kort, men hesum vísir dómaraleiðarin í FSF, Lassin Isaksen aftur

Í gjár var dystur á Svangaskarði millum B68 og 07 Vestur, ið vágamenn vunnu við einum máli, 2-1.

Eftir dystin tosaði frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen, við 07 Vestur málverjan, Sebastian John, sum helt fyri, at føroysku dómararnir geva óvanliga nógv kort í mun til tað, ið hann er vanur við.

Í dystinum í gjár vórðu fýra gul kort givin, og tað var 07 Vestur, sum fekk tey øll.

Dómaraleiðarin í FSF, Lassin Isaksen, sigur, at tað fyriliggja hagtøl um, hvussu nógv gul og reyð kort eru givin í miðal í bestu deildini hjá monnum, nú nevnd Betri Deildin, og 1. deild hjá monnum frá 2007 til dagin í dag.

– Síðan FSF byrjaði at brúka Comet skipanina, eru hagtøl fyri næstan allar – um ikki allar deildirnar.
Føroyskir dómarar geva í miðal 3,5 til 3,8 GK pr. dyst, og hetta er á leið tað sama sum miðaltølini, ið vit kenna frá øðrum londum.

– Um vit samanbera tølini við miðaltøl frá seks tilvildarliga valdum londum í UEFA í 2022, so geva føroyskir dómarar færri kort enn miðal í Evropa, skrivar Lassin Isaksen inni á Facebook-bólkinum, føroyskt fótbóltskjak.

Les og hoyr meira: