Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B68-07 Vestur beinleiðis á FM1 klokkan 18 í kvøld

Klokkan 17.58 riggar tónleikasendingin HIN ØLDIN av á FM1, og so verður sett inn á Svangaskarð, har Óli G. Samuelsen fer at siga frá dystinum í Betrideildardystinum hjá monnum millum B68 og 07 Vestur. B68 hevur bert eitt stig, meðan 07 Vestur hevur sjey stig. B68 hevur brúk fyri stigum fyri at koma uppum niðurflytingarstrikuna, og 07 Vestur hevur brúk fyri stigum fyri at vinna seg longur fram á stigatalvuni.