Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey harðskapsmál verið um vikuskifti – eitt í Havn og eitt í Klaksvík

Politiið leitar nú eftir vitnum í samband við tilburðaranar. Fólk í Klaksvík greiða frá, at videoupptøka finst av harðskapshendingini í Klaksvík

Tvey harðskapsmál hava verið um vikuskifti – eitt í Havn og eitt í Klaksvík.

Fyrra hendingin hendi uttanfyri pitsastaðið Sentrum í miðbýnum í Havn leygarnáttina, har ein maður var álopin. Í hesum sambandi eru tríggir mans skuldsettir fyri harðskap – harav tveir eru varðhaldsfongslaðir í ávikavist níggju dagar og hin í fýra vikur, men vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at onkur skuldseting kann koma afturat.

Løgreglan vil í hesum sambandi gjarna hoyra frá fólki, ið vóru á staðnum og sóu tilburðin, so at málið kann lýsast betur.

Eygnavitni í Klaksvík undrast
Sunnunáttina var eisini ein harðskapstilburður millum skeinkistaðið Mollys og har gamla Kiost Vár var í Klaksvík, har ein maður sló ein annan mann fleiri ferðir í andlitið.

Fólk, ið FM1 hevur tosað við, siga, at gerningsmaðurin hevði buktað hin mannin niður, so hann kom at liggja á rygginum, og síðan setti gerningsmaðurin seg uppá mannin og sló hann fleiri ferðir, áðrenn fólk komu til og steðgaðu manninum, so hann ikki skuldi halda fram við at sláa hin mannin.

Tað undrar tó fólk, sum sóu tilburðin, at løgreglan ikki fór avstað við gerningsmanninum eftir tilburðin. Maðurin er kendur av løgregluni – og fólkunum, sum vóru til staðar, tá harðskapurin hendi – men tá løgreglan kom á staðið, bleiv tosað leingi við gerningsmannin, ið so slapp leysur aftur, hóast løgreglan, sambært okkara upplýsingum, fekk videoupptøku av hendingini.

Eisini greiðir viðkomandi frá, at hesin sami maður skal hava hótt tvey onnur fólk við knívi fyrr upp á kvøldið, og millum annað eisini av hesi orsøk undrar tað fólk, hví maðurin ikki bleiv handtikin av løgregluni.

Les eisini...  Politiið sóknast eftir vitnum

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at tey vita hvør gerningsmaðurin er, men at hann enn ikki er handtikin.

Eisini í hesum førinum vil løgreglan gjarna frætta frá fólki, sum hava sæð tilburðin, so greiðast kann fáast á, hvat er hent í málinum.

Báðir álopnu menninir – tann í Havn og í Klaksvík – vórðu sendir til læknakanning, so skaðarnir kundu verða staðfestir, men fyriuttan ein skelk, so er talan mest um smáar snuddir, greiðir vaktleiðarin frá í morgun.