Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Politiið leitar eftir luti á vágni í Klaksvík

Tað er í samband við harðskapstilburðin í Klaksvík sunnunáttina

– Í samband við harðskapstilburðin í Klaksvík sunnunáttina, so handtóku við ein mann um seks-tíðina sunnumorgunin, men hann er síðan latin leysur aftur.

Tað sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi í samband við, at fólk í Klaksvík hava undrast á, hví gerningsmaðurin ikki bleiv handtikin, eftir at hann hevði sligið ein mann fleiri ferðir í andlitið, og hevði, sambært okkara upplýsingum, hótt tvey fólk við knívi fyrr um kvøldið.

Vaktleiðarin sigur, at í samband við ein harðskapstilburð sunnunáttina, so verður leitað eftir einum luti á vágni í Klaksvík.

Norðlýsið skrivar, at løgreglan, Klaksvíkar sløkkilið og onnur fólk eru til staðar á vágni við báti, har froskmenn hava leitað eftir einum luti.

Løgreglan vil upp á núverandi tíðspunkt ikki siga, hvat leitað verður eftir, men at tað hevur samband við ein tilburð sunnunáttina.

Løgreglan fær upp á núverandi tíðspunkt heldur ikki sagt, um gerningsmaðurin, sum varð handtikin í Klaksvík sunnumorgunin klokkan seks, er skuldsettur fyri nakað.

Les eisini: