Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Politiið sóknast eftir vitnum

Innbrot hevur verið í FK í Klaksvík sunnunáttina, og nú sóknast løgreglan eftr vitnum

Politiið kannar eitt innbrot í FK í Klaksvík, og í hesum sambandi sóknast løgreglan eftir vitnum.

Innbrotið er framt sunnunáttina tann 24. mars umleið kl. 02.30, har ein størri peningaupphædd er blivin stolin.

Kanningararbeiðið hjá løgregluni hevur víst, at tann eini brotsmaðurin var ílatin eina drakt sum tann á myndini.

– Halda fólk seg vita nakað um málið, vera tey biðin um at ringja til politiið á telefon 351448 ella 114, skrivar Føroya Politi.