Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

684 akfør missa nummarspjøldrini í næstum

Í gjár læt Akstovan løgregluni 684 mál um vegskattaeftirstøður

Akstovan læt í gjár, 15. apríl, politistøðunum kring landið 684 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2024.

– Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, skrivar heimasíðan hjá Akstovuni.

Um Akstovuna
Akstovan er stovnur undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur stovnurin eftirlitsdeildir í Klaksvík, Saltangará og Suðuroy. Harafturat er sýnsstað á Sandi og í Sørvági.

Á Akstovuni starvast 23 fólk, 21 eru starvssett á høvuðsdeildini í Tórshavn, umframt tveir eftirlitsmenn í Eysturoynni og ein partvíst í Suðuroynni.

Ring og spyr hjá Akstovuni:

  • Koyrikort                         350 420
  • Skráseting av Akførum              350 430
  • Sýn                                    350 440
  • Vegskatt og bókhald    350 410
  • Onnur ørindi                  350 450