Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Altjóða oyggjaleikanevndin kemur á vitjan í Føroyum

Fyrsta stóra stigið í oyggjaleikafyrireikingunum í Føroyum verður tikið í hesi vikuni, tá ið altjóða oyggjaleikanevndin, International Island Games Association, kemur á vitjan. Nevndin vitjar í Føroyum dagarnar 17.-22. apríl

Altjóða oyggjaleikanevndin, International Island Games Association, kemur á vitjan í Føroyar.

Sum liður í, at Føroyar skulu gerast klárar til at hýsa Oyggjaleikunum 2027, so vitjar nevndin í Føroyum í nakrar dagar fyri at hyggja eftir umstøðunum í Føroyum.

ÍSF skrivar í tíðindaskrivi, at talan er um eina arbeiðsferð, har nevndin fer at vitja flestu ítróttahallir, vøllir og breytir, sum metast kunnu at verða tikin í nýtslu, meðan Oyggjaleikir eru í Føroyum, eins og tey eisini fara at heilsa upp á umboð fyri lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttagreinar og ÍSF.

– Endamálið er at vísa nevndini ítróttaligu hentleikarnar – umframt at vísa á teir hentleikar, sum annaðhvørt skulu umvælast ella eru í gerð, skrivar ÍSF.

Nevndin fer eisini millum annað at heilsa upp á Føroya løgmann, Aksel V. Johannesen, sum eisini er verji fyri ítróttinum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í mentamálum, sum umsitur ítrótt, borgarstjórarnar í Havn, Runavík og Klaksvík og aðrar myndugleikar við.

Ítróttasamband Føroya er vertur hesar dagarnar, meðan IIGA er í Føroyum. Ferðalagið kemur til landið í morgin, 17. apríl, og ferðalagið fer av landinum aftur mánadagin 22. apríl.

Oyggjaleikirnir í Føroyum í 2027 verða í døgunum frá 3.-9. juli.