Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Myndir: Børsen brennur

Søguligi bygningurin í Keypmannahavn hevur staðið í ljósum loga allan morgun

Tað er ógvisligur eldur í Keypmannahavn í morgun.

Eyðkenda spírið á Børsinum í Keypmannahavn er fallið í eldinum. Hetta hendi umleið hálvgum níggju í morgun danska tíð.

Tað var tíðliga í morgun, at nógvur roykur var at síggja úr 400 ára gamla og søguliga bygninginum mitt í Keypmannahavn.

Myndir vísa, at sløkkilið vóru til staðar um átta tíðina í morgun, har eisini nógv fólk, ið vóru á veg til arbeiðis vóru steðgaði fyri at síggja, hvat var við at henda.

Enn er óvist, hví eldur kom í søguliga bygningin, ið Christian fjórði læt byggja.

DR sigur, at fólk sóust renna inn í bygningin eftir málningum, sum vóru inni í Børsinum.

Bygningurin liggur nær við Christiansborg, og fleiri ráðharraskrivstovur halda eisini til nærhendis.

Løgreglan í Keypmannahavn skrivar á sosiala miðlinum X, ið fyrr æt Twitter, at økið fer at verða avbyrgt í eina tíð afturat.

Bygningurin var í holt við at verða umvældur í samband við, at bygningurin er 400 ár.

Her eru nakrar myndir frá Keypmannahavn í morgun:

(Myndir: EPA)