Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

07 Vestur málverjin: Føroysku dómararnir geva óvanliga nógv kort

Hoyr frásøgumannin, Óla G. Samuelsen og viðmerkjaran, Jákup A. Olsen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í dystinum B68-07 Vestur 1-2 (1-1), har málverjarnir, danin, Sebastian John hjá 07 Vestur og Tórður Thomsen gjørdu hvør sítt “dropp”. Hoyr Jákup taka samanum dystin, ið hann metti vera ein dyst, har B68 lorkaði møguleikan at fáa stig burtur. Hoyr samrøðuna Óli gjørdi við Sebastian John, ið helt fyri, at føroysku dómararnir geva óvanliga nógv kort í mun til tað, ið hann er vanur við. Óli prátaði eisini við høvuðsvenjarin hjá B68, Jákup á Borg, ið er vónbrotin av, at B68 ikki megnaði at gagnnýta sínar málmøguleikar.

Savnsmynd av Sebastian John: bold.dk.