Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Video: Málið er A-landsliðið

Heini Fossdalsá, ið til dagliga spælir við Thisted og sum júst hevur verið við U21-landsliðnum í Portugal, sigur, at næsta málið verður at koma á føroyska A-landsliðið

Heini Fossdalsá Sørensen fór á ungum árum til Danmarkar, tá hann gjørdi sáttmála við FC Midtjylland.

Í fjør gekk hesin sáttmálin út, men í eina tíð vandi hann við FC Midtjylland, hóast ongan sáttmála. Seint í summar í fjør gjørdi ungi føroyingurin, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í HB, sáttmála við Thisted FC, sum spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

Í hesi vikuni hevur heimasíðan hjá felagnum havt stutta samrøðu við Heina, nú hann hevur verið í Portugal við føroyska U21-landsliðnum.

– Nú er næsta málið at koma á føroyska A-landsliðið, sigur Heini Fossdalsá við heimasíðuna hjá Thisted.

Umframt Heina Fossdalsá, so umboða John Frederiksen og Daniel Johansen eisini Thisted, ið harvið kann kallast eitt føroyingafelag.

Thisted liggur í løtuni aftast í deildini við 17 stigum. Eitt stig er upp til Brabrand, ið liggur beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Stutta samrøðan sæst her: