Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Seyður leyp út á vegin – maður datt av motorsúkklu

Her eru nøkur brot úr døgnrapportini hjá løgregluni

Eftir døgurða í gjár hendi eitt ferðsluóhapp á høvuðsvegnum omanfyri Hov.

Ein seyður leyp út á vegin júst tá ein maður kom koyrandi við síni motorsúkklu. Motorsúkklustjórin royndi at snara motorsúkkluni, so hon ikki rendi á seyðin. Hetta eydnaðist, men maðurin datt av motorsúkkluni.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at maðurin ongan skaða fekk av óhappinum, tí hann hevði røttu útgerðina til at koyra motorsúkklu, men fór á sjúkrahúsið í Suðuroy til nærri kanningar.

Týsdagin hoyrdu vit, at Akstovan hevur latið løgreglustøðunum kring landið 684 mál um vegskattaeftirstøður.

Í nátt hevur løgreglan verið úti og tikið nummarplátur. 12 sett vórðu tikin í Havn, meðan 20 sett blivu tikin í Norðurøkinum, sum er Eysturoy og Klaksvík.

– Hetta kemur at halda fram komandi tíðina, men vit ringja fyrst at kunna um hetta, greiðir vaktleiðarin frá.