Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Janus Svabo Samuelsen: 07 Vestur vóru hepnir at fáa eitt stig móti Skála

Hoyr stuttu samrøðurnar Heri Simonsen gjørdi við Janus Svabo Samuelsen hjá 07 Vestur og høvuðsvenjaran hjá Skála, Paula Poulsen um 1-1 javnleikin millum liðini á Dungasandi í Sørvági. Janus er botnærligur um, at hann heldur, at Skála var tað betra liðið, og 07 Vestur slapp væl við javnleiki. Pauli er væl nøgdur við avrikið og hugburðin hjá sínum monnum, men tað manglaði seinasti neyvleikin hjá Skála at knógva sigurin.

Mynd: 07 Vestur