Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nexum best í danska ríkinum

Nexum úr Runavíkar kommunuskúla vann danmarksmeistaraheitið í íverksetan

Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding er nú greitt, at Nexum hevur vunnið Next Level-kappingina, ið varð hildin í Koldingshus í Kolding í dag.

Tað skrivar Íverksetarahúsið.

Bólkurin hevur ment eitt hugskot til eina app, sum skal gera tað lættari fyri ung og arbeiðsgevarar at finna hvønn annan.

Í Nexum eru næmingar úr Runavíkar kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærararnir hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen.

Dómsnevndin legði millum annað dent á í grundgevingini, hví Nexum skuldi vinna, soleiðis:

“Nexum megnar við sínum hugskoti at hjálpa ungum at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum, og harumframt at stuðla undir, at øll hava møguleika at vera við á jøvnum føti”.

Í alt 25 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku.

– Vit ynskja NEXUM hjartaliga til lukku, og alt tað besta í víðarimenningini av teirra verkætlan, skrivar Íverksetarahúsið.