Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Møguleikin skuldi vera 1:1.000.000

Og tað hendi – tvey ár á rað!

Seinni heimsbardagi darvaði fótbóltsspælinum, men í 1946 kundi FA Cup finala nr. 65 fara av bakkastokki. Finalan varð spæld 27. apríl á Wembley leikvøllinum. Millum áskoðararnar vóru George VI kongur og kongsfrúgvin Elizabeth.

Undan finaluni hevði dómarin, Eddie D. Smith, sagt, at møguleikin fyri, at bólturin brast var ein av einari millión. Ongin hugsaði meira um útsøgnina fyrr enn móti dystarenda í dystinum millum Derby County og Charlton Athletic. Fyrst gjørdi hálvbakkurin hjá Charlton, Bert Turner, sjálvmál, men minuttin seinni javnaði hann sjálvur.

Turner gjørdist sostatt tann fyrsti, sum skoraði fyri bæði liðini í einari FA Cup finalu. Seinni hava Tommy Hutchison (Manchester City) í 1981  og Gary Mabbutt (Tottenham Hotspur) í 1987 “megnað” tað sama. Samstundis gjørdist Bert Turner elsti leikarin nakrantíð, sum hevði skorað í einari FA Cup finalu (36 ár og 312 dagar gamalur).

Bara løtu seinni kundi miðframherjin hjá Derby, Jack Stamps, havt tryggjað sigurin, men ávegis í málið brast bólturin! Luftin fór bókstavliga úr ballónini!

Sjálvur varð Jackie Stamps særdur við Dunkirk og fekk at vita, at hann ongantíð kom at spæla fótbólt aftur, men hann skoraði so tvær ferðir í longdu leiktíðini. Peter Doherty skoraði eisini, so Derby vann 4-1.

Leikararnir á báðum liðunum fingu handað bronsukrónur, tí gull var ringt at fáa hendur á, men seinni sama ár fingu teir so gullkrónur.‪

Árið eftir vann Charlton Athletic 1-0 á 2. deildarliðnum Burnley, men bólturin brast enn einaferð! Vánaliga góðskan av leðrinum eftir seinna heimsbardaga fekk skyldina. Ein onnur orsøk kundi verið, at tað var ein seyðabløðra heldur enn ein grísabløðra, sum toldi meira av.