Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Pedagogfelagið gjørt nýggjan sáttmála

Talan er um ein trý ára sáttmála, har dentur hevur verið lagdur at hækka grundlønina

Leingi er tað, ið væl skal vera, verður mangan sagt, og tað ger seg eisini galdandi fyri Pedagogfelagið, sum leingi ongan sáttmála hevur havt við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Tí síðan 1. apríl í fjør, tá galdandi sáttmála fór úr gildi, hevur verið samband millum Pedagogfelagið og Fíggjarmálaráðið, men ikki fyrr enn í dag hava partarnir sett undirskrift á ein nýggjan sáttmála, sum er galdandi tey næstu trý árini.

– Fyri fyrstu ferð í langa tíð hevur Pedagogfelagið undirskrivað semju uttan semingsstovnin, og boðar hetta frá jaligari arbeiðsgongd millum partarnar, skrivar Pedagogfelagið á sínum Facebook-vanga.

Við at grundlønin verður hækkað, umframt lønarlyftið, ið teimum hevur verið lovað, so er talan um eina góða lønarhækkan fyri bæði pedagogar og hjálparfólk, heldur forkvinnan í Pedagogfelagnum, Sanna á Løgmansbø.

Sanna á Løgmansbø sigur við Kringvarpið, at strategiin hjá nýggju nevndini var at byrja av nýggjum eftir nevndarvalið, sum var fyrr í vár, tí tá vóru samráðingarnar á veg til semingsstovnin, men nú er semja undirskrivað uttan semingsstovnin.