Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eysturkommuna vann FM í skúlatalvi fyri næmingar í 5.-8. flokki

Trý lið kappaðust um fyrsta plássið

Í finaluni fyri 5.-8. flokk vóru trý lið, ið trokaðust um fremstu plássini. Tey vóru Eysturkommuna og Løgmannabreyt, sum høvdu vunnið hvør sína undankapping fyri páskir, og so tvífaldu føroyameistararnir av Skúlatrøð.

Tá ið Eysturkommuna syfti báðar avbjóðararnar í teimum báðum fyrstu umførunum, tóktist kappingin vera avgjørd, men spenningurin birtist av nýggjum, tá ið næmingar í Eysturkommunu í triðja umfari máttu býta stigini við kollfirðingar.

Síðsta umfar gjørdist ein gysari, har hálv og heil stig flugu yvir um borðini í tíðarneyðini, men endin var, at Eysturkommuna helt fast um oddasessin og vann kappingina við 22,5 stigum. Teimum á baki komu Løgmannabreyt við 21,5 stigum og síðan Skúlatrøð við 19,5 stigum.

Endaliga støðan:
1. Eysturkommuna – 22,5 stig
2. Løgmannabreyt – 21,5 stig
3. Skúlatrøð – 19,5 stig
4. Toftir – 11 stig
5. Kollafjørður 2 – 8 stig
6. Kollafjørður 1 – 7,5 stig