Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tríggjar verkætlanir um havgransking fingið stuðul

Faknevndin fyri skránna um Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO - hevur játtað tilsamans 9.436.065 krónur til tríggjar nýggjar verkætlanir

Hetta er triðja játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.

Granskingarráðið skrivar, at tað komu níggju umsóknir inn, tá freistin var úti tann 11. desember í fjør. Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum.

Faknevndin hevur grundað sínar avgerðir á metingarnar og raðfestingina hjá serfrøðinganevndini og á strategisku raðfestingina í útbjóðingartekstinum.

Verkætlanirnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru:

DolphinUnit – Defining management units and genetic health of cetacean top predators in the Greenland-Iceland-Faroe-Scotland Ridge and beyond

Verkætlanarleiðari: Marie Louis, Grønlands Naturinstitut
Samstarv millum Grønlands Naturinstitut, Fróðskaparsetrið og Københavns Universitet
Játtan: 3.036.213 kr.

PHYTO-TRAITS – Morphological and nutritional traits of phytoplankton blooms in the Faroe Islands, Greenland and Ocean-Shelf systems of the North Atlantic

Verkætlanarleiðari: Ian Salter, Havstovan
Samstarv millum Havstovuna, Fróðskaparsetrið, Firum, Grønlands Naturinstitut og DTU Aqua, Finnish Environment Institute og Research Institute for Water and the Environment (Noreg).
Játtan: 3.199.852 kr.

Si-4-Eco – Silicate – gyre dynamics: consequences for north Atlantic ecological productivity

Verkætlanarleiðari: Brian MacKenzie, DTU Aqua
Samstarv millum DTU Aqua, Grønlands Naturinstitut og Havstovuna
Játtan: 3.200.000 kr.

Kelda: Granskingarráðið