Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Listasavn Føroya fingið nýggjan stjóra

Solveig Hanusardóttir Olsen er nýggjur stjóri á Listasavni Føroya

Stýrið fyri Listasavn Føroya hevur sett Solveig Hanusardóttir Olsen í starv sum nýggjan stjóra á Listasavninum.

Solveig er ikki eitt nýtt andlit á Listasavni Føroya. Hon hevur verið knýtt at savninum í fleiri umførum síðani 2014, millum annað í tíðarskeiðinum 2016 – 2023 sum savnsvørður, har hon eitt nú miðlaði list við framsýningum, greinum, fyrilestrum og á annan hátt. Hon varaði av føstu framsýningini, serframsýningum og samskipaði alt arbeiðið. Harumframt er hon limur í ymiskum nevndum, stýrum og arbeiðsbólkum, harímillum umboðar hon Føroyar í nevndini hjá Norðurlandaráðnum, sum varðar av Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, frá 2023 og fram.

– Komandi árini fara at vera avbjóðandi og spennandi fyri savnið við umfatandi umbygging, dagføring og útbygging, samstundis sum, at høvuðsuppgávan hjá savninum at seta myndlist á breddan, skal røkjast. Søgan hjá Listasavni Føroya er hevdbundin, og við virðing fyri hesum skal tjóðlistasavnið mennast við hugtakandi framsýningum, nýhugsandi verkætlanum, vitanardeiling og tiltøkum. Listasavn Føroya er ein miðdepil fyri føroyska myndlist, og við nýggju karmunum fer savnið at kunna bjóða Føroya fólki og myndlistini fjølbroyttari og samtíðarhóskandi umstøður. Hetta vil eg fegin seta í verk saman við starvsfólkunum á savninum, sigur Solveig Hanusardóttir Olsen við heimasíðuna hjá Listasavninum.

Nýggi stjórin sigur, at broytingar komandi árini fara at hava nógv virksemi við sær, ið tey, sum eru knýtt at savninum, skulu menna sum eitt toymi, umframt at endurhugsa tilboðini og framsýningarnar, sum eru í dag.

Solveig er cand.mag í religiónssøgu við hjánámi í kuratering og mentanararvi frá Københavns Universitet. Hartil hevur hon ein master í listasøgu – MA History and Philosophy of Art – frá University of Kent. Hon hevur eisini eina diplomútbúgving í leiðslu frá Glasi og hjánám í føroyskum frá Fróðskapasetri Føroya.

Les eisini...  ‘Gift ved første blik’-luttakari ónøgdur við DR

Solveig tekur við starvinum tann 1. juli 2024.