Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fredrikstad sló Rosenborg úr steypakappingini

Góða gongdin hjá Fredrikstad heldur fram – eisini í steypakappingini

Í dag hava nakrar dystir verið í triðja umfari av norsku steypakappingini í fótbólti hjá monnum, og ein av dystunum hevur verið í Fredrikstad, har liðið hjá Mikkjali Thomassen í dag tók ímóti liðnum úr Trondheim, Rosenborg, sum hevði sína stórheitstíð í 1990-unum og fyrst í nullunum, og tað endaði við, at Fredrikstad vann dystin 1-0.

Málið skoraði innskifti Oscar Aga, sum kom inn fyri Brand Hendriksson Olsen í 70. minutti, tá hann smekkaði bóltin upp undir nettakið úr stuttari fjarstøðu í yvirtíðini – til stóra frøði fyri heimaáskoðararnar.

Jóannes Bjartalíð sat á bonkinum allan dystin, men tað er stutt síðan, at hann er byrjaður at venja fult aftur, eftir at hava verið úti við skaða.

Fredrikstad hevur eisini fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið í Elituseriuni – bestu fótbóltsdeildini í Norra – har liðið hjá Mikkjali liggur á einum sætta plássi við átta stigum eftir fimm dystir. Nummar eitt er Bodø/Glimt við 13 stigum eftir fimm dystir.

Næsti dystur hjá Fredrikstad verður á útivølli móti gamla liðnum hjá Gilla Rólantssyni, Odds Ballklubb.