Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gongdin enn hin sama – vit innflyta fleiri brúktar bilar

Vit innflyta færri nýggjar bilar, men vit keypa alsamt fleiri brúktar bilar

Tendensurin higartil í ár hevur verið, at vit keypa færri nýggjar persónbilar, men vit keypa alsamt fleiri brúktar bilar – í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Nú fyrsti triðingurin er farin av árinum, so er greitt, at tað vórðu 499 nýggir persónbilar skrásettir hjá Akstovuni – í mun til 532 persónbilar sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein afturgongd upp á 6,2 prosentstig.

Men verður hugt eftir tølunum fyri innflutt brúkt akfør, so sæst, at talið av brúktum persónbilum, ið eru skrásettir hjá Akstovuni, er økt nógv í ár – í mun til í fjør.

Frá januar til apríl í ár blivu 119 persónbilar innfluttir, men sama tíðarskeið í fjør vórðu bert 13 persónbilar skrásettir. Hetta er ein framgongd upp á heili 815,4 prosentstig.