Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heiður til John Kjær

John Kjær fekk heiðurskross ÍSF á aðalfundi felagsins

Tað var væl møtt til ársaðlafundin hjá ÍSF, sum varð hildin leygardagin.

Fyri sítt drúgva arbeiði føroyskum itrótti at frama fekk John Kjær á aðalfundinum heiðurskross ÍSF, sum er hægsta heiðursmerkið, ÍSF kann lata.

Broytingar í starvsnevndini
Eisini vórðu broytingar gjørdar í Starvsnevndini hjá ÍSF. Hávard Vatnhamar, sum seinastu tvey árini hevur verið formaður í Íðkanarnevndini – og sum tí hevur verið limur í starvsnevndini – verður nú avloystur av Eydnu Mariu Debes.

John Kjær, sum í eitt mannaminni ótroyttiliga hevur arbeitt fyri føroyskan ítrótt herheima og í oyggjaleikahøpi, tók ikki við afturvali. Av tí, at einki uppskot um nýggjan starvsnevndarlim var komið inn, verður hann tó sitandi til eykaaðalfundin í juni.

John Kjær hevur tænt føroyskum ítrótti og ÍSF á ósjálvsøknan hátt, og í heilsan síni takkaði Elin H. Joensen John Kjær fyri rúgvismikla arbeiðið hesi mongu árini – og hon fegnaðist í sama viðfangi um, at hann kortini framhaldandi verður ráðgevi hjá Oyggaleikafyrireikingarnevndini.