Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggjar stuðulsskipanir hjá ÍSF

Leygardagin hevði ÍSF aðalfund. Ársfrágreiðingin varð løgd fram, har millum annað nýggjar stuðulsskipanir til bæði breidd og úrval vórðu samtyktar

Aðalfundurin byrjaði við, at forsetin, Elin H. Joensen, legði ársrfrágreiðingina fram. Hon legði eitt nú dent á postiva andan, ið merkti føroyskan ítrótt í 2023 – og mongu góðu samstørvini, ið hava verið.

Fíggjarligur stuðul til ítrótt
Samtykt varð at skipa eina nýggja Breiddarpulju í ítróttinum, ið skal gera tað lættari hjá feløgum og sambondum at skipa fyri tiltøkum, sum ikki snúgva seg um kapping á høgum stigi, men sum hava felagsskap og ítróttargleði í miðdeplinum.

Árliga verða 500.000 krónur settar av til Breiddarpuljuna, og søkjast kann leypandi ígjøgnum árið. Søkjast kann um upp í 30.000 krónur, um talan er um eitt felag/samband, sum skipar fyri – og upp í 50.000 krónur, um fleiri feløg/sambond skipa fyri tiltøkum í felag.

Ein onnur samtykt snúði seg um Úrvalsskipanina, sum hevur virkað í fleiri ár, men sum nú er endurskoðað. Higartil er stuðulin í stóran mun farin til einstøku íðkararnar.

– Sjálvandi skal einstaki íðkarin framhaldandi vera í miðdeplinum, men frameftir skal nakað eisini falla til tað jørðildið, sum úrvalsíðkararnir spretta úr. Pengarnir skulu í størri mun koma fleiri til góðar og røkka longur. Nýggja skipanin hevur íblástur úr grannalondunum, men er kortini snikkað saman til føroysk viðurskifti, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.

(Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)