Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Víkingaspælarar best í mars og apríl

Géza Dávid Turi og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi eru bestu spælararnir higartil í Betrideildini hjá monnum og kvinnum

Góða gongdin hjá teimum ljósabláu Víkingunum í Betrideildini hjá bæði monnum og kvinnum, sást eisini aftur í atkvøðugreiðsluni, tá besti spælari í mars og apríl mánað skuldi veljast.

Tá talt varð saman, høvdu Géza Dávid Turi og Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi fingið flest atkvøður.

22 ára gamli Géza Dávid Turi endaði frammanfyri Hanusi Sørensen úr HB, toppskjúttin í Betrideildini í løtuni, Páll Klettskarð úr KÍ, og liðfelagin hjá Geza, Poul Kallsberg.

Í hølunum á Jensu vóru Heidi Sevdal úr NSÍ og Durita Hummeland úr KÍ.

Tað eru venjarar hjá liðunum í fremstu deildini hjá kvinnum, sum atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað.

Hjá monnunum er tað landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, sum velja besta spælara í Betrideildini.

Hotel Brandan og Betri stuðla heiðrinum, besti spælari hvønn mánað.